Ætlanin um at lata føroyska sendistovu upp í Jerusalem er ikki komin longur, enn hon var hin 14. september, tá samgongan boðaði frá ætlanini á tíðindafundi. Tað segði Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkismálum, í tíðindunum á FM1 klokkan 17. Hann sigur orsøkina vera, at pengar mangla, men tann umbønin er við at fara í fíggjarnevndina.
- Tá teir pengarnir verða játtaðir, og tað ivist eg onga løtu í at teir verða, so kunnu vit fara meira miðvíst í verk við at arbeiða við at seta hana á stovn. Embætisfólkini arbeiða við tí, men ikki við stórari orku, tí mann má hava pengarnar áðrenn, segði Jenis av Rana.
Jenis av Rana vónar, at sendistovan er klár at lata upp komandi heyst.
- Eg vænti, at vit leggja í væði í januar, og vit stíla ímóti, at hon verður klár at lata upp í september ella oktober.
Føroyar hava millum lítið og einki samband við Ísrael, og tí spurdi Árni Gregersen landsstýrismannin nærri um høvuðsgrundgevingina fyri sendistovuni.
- Tað er sjálvandi fyri at fáa meira handilssamband við Ísrael, men eisini onnur sambond. Tað er ótrúligt, sum nógvir føroyingar ferðast til Ísrael, og tað vísir, hvussu gott samband vit hava við Ísrael. Føroyar er kanska tað landið í heiminum, har mest fólk ferðast til Ísrael. Vit kunnu eisini fáa fólk hinvegin, segði Jenis av Rana í tíðindunum á FM1.
Hoyr alla samrøðuna við Jenis av Rana á pílinum undir myndini.











