- Eg arbeiði við málinum, men nær ein loysn er funnin, ber ikki til at siga.
Tað sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum.
Enn er sostatt óvist, nær Malena Arnholdsdóttir fær ta hjálpina, tey hava bíðað eftir nú í fimm ár.
Bæði hon, og onnur í hennara støðu, eru komin rættiliga í neyð av tí, at avvarðandi kunnu ikki fáa samsýning fyri at ansa vaksnum fólki heima, sum eru so illa fyri, at tey hava tørv hjá stuðuli.
I jólamánaðinum lovaði Annika Olsen annars at loysa málið skjótt, men nú má staðfestast, at tann skjóta loysnin er framvegis nokk so langt burtur.
Annika Olsen sigur, at eitt, sum ger málið fløkt, er, at ansingarsamsýningarnar eru við í pakkanum um eldraøkið, sum verður lagdur undir kommunurnar at umsita á nýggjárinum
- Skipanin við ansingarsamsýning verður ein tænastuveiting, kommunurnar kunnu seta í verk tá ið tær hava yvirtikið økið.
Hon sigur, at tey, sum eru í skipanini við ansingarsamsýning nú, halda sjálvandi fram, tá ið kommunurnar hava yvirtikið økið, so eingin dettur úr skipanini.
Men annars er ætlanin, at kommunurnar skulu framvegis kunna varðveita tænastuna og ein kunngerð skal nú gerast í samsvari við kommunurnar um, hvussu tað annars skal skipast
Politisk undirtøka og fígging
Annika Olsen sigur, at hinvegin hevur hon umhugsað at hækka røktarveitingina, so at hon svarar til ansingarsamsýningina.
- Ansingarsamsýningin er einar 7.300 krónur um mánaðin eftir skatt, men røktarviðbótin er góðar 6.000 krónur um mánaðin.
Tað merkir, at skal røktarviðbótin hækkast, so at hon svarar til ansingarsamsýningina, skal hon hækkast 1.300 krónur um mánaðin
- Ein ógiftur persónur við hægstu fyritíðarpensjón, og sum fær røktarviðbót, fær einar 19.000 krónur um mánaðin eftir skatt og gjøld, men skal røktarviðbótin hækkast, so at hon svarar til ansingarviðbótina, skal gjaldið hækkast 1.300 krónur, upp í 20.300 krónur um mánaðin.
Annika Olsen sigur, at hon fer at taka málið upp í landsstýrinum einaferð í næstum.
Og um tað ber til at gera nakað við hetta, veldst um, antin tað ber til at finna fíggingina innan fyri karmarnar, sum eru lagdir og um hon annars fær politiska undirtøku enn.
Beint nú hevur hon ikki yvirlit yvir, hvussu nógv, tað fer at kosta, men tað veldst eisini um, hvussu nógv fólk verða í skipanini.
Men hon sigur, at hon vónar, at ein loysn kann vera á málinum á nýggjárinum.
Hon arbeiðir eisini við eini BPA skipan. BPA stendur fyri Brúkarastýrd Persónlig Atstøða og í stuttum er talan um eina skipan, har brúkarin fær eina fasta avtalu við ein einstakan stuðul, har tørvurin verður nágreinaður og so verður stuðulin latin eftir tí.
Hon sigur, at hetta er ein skipan, Almannaverkið er við at fyrireika við trimum úrvaldum brúkarum.
- Eydnast hendan royndin væl, miðið eg eftir, at hon kann setast í verk næsta ár, sigur Annika Olsen.
Óheppið
Spurningurin er so um tað fer at bera til hjá familjulimum at vera stuðul hjá sínum næstringum.
- Tað er ein skipan sum var einarferð, men kærunevndin í almannamálum hevur mett, at tað var ein óheppin, tí eftirlitið við henni var ikki nóg gott.
Tí er tann skipanin steðgað.
- Men eg haldi, at tað hevur stóran týdning, at brúkarar hava sín persónliga stuðul og tískil verður royndin við BPA skipanini sett í verk.
- Í prinsippunum kann stuðulin verða onkur í familjuni.
Eftir forsorgarlógini ber til hjá landsstýriskvinnuni at áseta, hvussu tað skipanin við ansingarsamsýning skal skipast, men tað økið verður nú lagt undir kommunurnar og Almannamálaráðið og kommunurnar skulu nú í felag gera eina kunngerð fyri, hvussu økið skal skipast.
Sjálv er hon opin fyri, at avvarðandi skulu kunna verða stuðul. Men avgerðarmyndugleikin er hjá Almannaverkið, og kemur Almannaverkið til ta niðurstøðu, at tað er óheppið í ávísum førum, at avvarðandi eru stuðul, má tað takast til eftirtektar.
Ein stórur spurningur, støða eisini skal takast til er, um tey avvarðandi, sum eru stuðul hjá einum av sínum næstringum, eisini skulu hava tilboð um dagtilhald, umlætting, virkistilboð o.s.fr, sigur Annika Olsen.
LES EISINI: MALENA BÍÐAR ENN EFTIR HJÁLP