-Vónandi finna vit olju

-Vit hava fingið áheitan frá Chevron at umboða felagið í Føroyum og hava tikið av hesi áheitan og fara at gera okkara heimaarbeiði so væl vit eru mentir sigur Halgir W. Poulsen, eftir at hann biðin um at taka sær av uppgávum hjá Chevron í Føroyum.

Umboð
Jan Müller
jan@sosialurin.fo


Halgir er ikki ein og hvør í oljuhøpi. Hann er kanska ein av teimum føroyingunum, sum hevur verið mest við í allari oljutilgongdini her heima, frá tí at vit fóru undir samráðingar við danir um yvirtøku av undirgrundini, víðari til samráðingarnar við bretar um ásetan av marki og loksins hevur hann verið við í arbeiðinum at skipa eitt lógar- regulverk fyri eini oljuvinnu. Skrivstovan í Fr. Petersensgøtu hevur so eisini royndir við at taka sær av áhugamálunum hjá skiftandi oljufeløgum, sum eru komin og farin og har nøkur í dag hava fingið sínar egnu skrivstovur og fólk.

Áheitanin frá Chevron er tikin til eftirtektar og hetta er so eisini bara ein nátturligur partur av okkara arbeiði sigur Halgir W. Poulsen. Hann vísir á, at roknast kann við at felagið sum frálíður og tá tað fer at bora á landgrunninum fær sær sína egna skrivstovu og síni egnu fólk. Halgir W. Poulsen dylur ikki fyri at oljutilgongdin hevur áhuga hjá øllum føroyingum. ?Vónandi verður tað ikki ov leingi, til oljan verður funnin. Tað vóna øll. Vit hava brúk fyri nógvum pengum í Føroyum, nú vit eisini skulu til at menna okkara egnu uttanríkistænastu.