Tað var tann tíð, tá gamla Ternan var eitt av prýðunum í flotanum hjá Strandfaraskipum Landsins, men tað er synd at siga tað um álitið um Leirvíksfjørð tann tíð, tað var.
Tað var um jóltíðir, at gamla Ternan kom at liggja við nýggju ferjuleguna við Bursatanga, tí tað gjørdist so trongligt við vestaruj kai.
- Hetta er sjálvandi ikki nøkur ynskistøða hjá okkum, men vit hava eitt støðugt samskifti við eigaran, og tað síðsta vit vita er, at hann væntar eina avkláring innan fyri tríggjar vikur, sigur Jónsvein Lamhauge, havnafúti.
Sambært havnafútanum arbeiðir eigarin við antin at selja skipið, ella at senda tað til upphøggingar.
- Hetta er ein trupulleiki, ikki bara hjá okkum, men um allan heim, at gomul skip liggja við bryggju. Fiskiskip og farmaskip eins og ferjur koma og fara, men tá tað kemur til gomul skip, sum bara liggja, skapar tað ein trupulleika, sigur Jónsvein Lamhauge.
Einki hotelskip
Søgur ganga um, at fólk brúka skipið at sova í um næturnar.
- Hasar søgurnar havi eg eisini hoyrt, men tað er so alt, tað er. Eg havi eingi prógv fyri tí, men eg havi fyrihildið eigaranum hetta, og sambært honum er einki í søgunum, sigur Jónsvein Lamhauge.
Hann veit heldur einki um, at kaikanturin, har gamla Ternan liggur, ikki skal nýtast.
- Vit royna so vítt gjørligt at sleppa undan at nýta júst hendan kaikantin, men vit hava avmarkað kaipláss í havnini, og tí er eingin trygd fyri, at skip ikki verða løgd har, sigur Jónsvein Lamhauge.
Hann vónar, at tað gongst, sum eigarin av gomlu Ternuni hevur ført fram, og at skipið verður burtur um tríggjar vikur.










