Vánaligur útróður

Nøkur fá línuskip koma væntandi inn at landa í næstu viku, og útróðrarflotin hevur vánaligan fiskiskap.

- Eitt línuskip, sum fiskar undir Íslandi, kemur heim at landa mánadagin. Skipið hevur mest av toski, brosmu og nakað av kongafiski og longu. Eitt línuskip er á Íslandsrygginum og fær mest av toski, svartkalva og nakað av blálongu og lira. Hetta skipið kemur inn at landa hósdagin.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at trý línuskip eru á landgrunninum og fáa mest av toski, longu og hýsu. Helst kemur bara annað av hesum skipum inn at landa í næstu viku. Restin av línuskipunum liggja við bryggju, men væntandi fara nøkur skip út aftur í næstum.

 

Lagt verður aftrat, at trý frystilínuskip eru farin til Grønlands at fiska tosk og brosmu.

 

Um útróður siga tey á Fiskamarknaði Føroya, at streymurin verður brúkiligur, og veðrið verður gott tað mesta av næstu viku, og tí er væntandi, at onkrir bátar fara at loysa. Men, fiskiskapurin hjá útróðrarbátunum er framvegis vánaligur.