Vánaligur fótbóltssangur frá Nik & Jay

Í dag hava Nik&Jay almannakunngjørt ein fótbóltssang, sum skal stuðla danska landsliðinum framyvir. Men danir tykjast samdir um, at sangurin er vánaligur.

 

Inni á heimasíðunum hjá DR og EB skriva danir í hópatali, at sangurin er vánaligur, og als ikki hóskar til fótbóltsheimin.

 

EB.dk skrivar, at sangurin undir ongum umstøðum er ein vinnarasangur. Heldur er talan um ein taparasang.

 

- Um landsliðið hoyrir handan vánaliga sangin í skiftirúminum áðrenn dyst, so eru teir heima aftur frá EM áðrenn postkortini frá túsundavís av fjepparum er komin fram við postinum, skrivar ummælari hjá eb.dk.

 

Ummælarin heldur, at sangurin mest av øllum ljóðar sum ein sangur til eina batmintonlegu hjá tannáringa gentum. Hesin sangurin er eitt sjálvmál.

 

Eisini viðmerkjarar á síðunum hjá EB og DR eru ónøgd. Tey allarflestu halda, at sangurin er vánaligur.