At bora eftir olju á Atlantsmótinum er ikki bara sum at siga tað. Hetta økið millum Hetland og Føroyar verður mett sum eitt tað ringasta í heiminum til veður. Og tá tað haraftrat oftani kann vera sera torført at fáa fatur á pallum og skipum at bora á hesum leiðum, kann tað gerast neyðugt við eyka toli, tá sami boripallur oftani er leigaður til fleiri ymsar uppgávur. Hetta hava feløgini, sum leita eftir olju og gassi á tí harðbalna økinum millum Hetland og Føroyar, mangan verið noydd at sanna og liva við. Í so máta hava vit kortini verið heppin, tá talan hevur verið um oljuleiting á føroyska landgrunninum.
Spurningurin er so, hvussu fer at hylnast hjá BP í summar, nú tað er ein sannroynd, at tað í fleiri mánaðir hevur leikað í rundan um boripallin Transocean Rather, sum borar hinumegin markið. Hetta er sami boripallur, sum BP skal brúka at bora Williambrunnin í summar.
Sosialurin skilur á keldum í oljubýnum Aberdeen, sum hýsir mongum av borifólkunum umborð á Transocean Rather, at tað hevur tikið nógv longri tíð at bora á Rosebankfeltinum enn upprunaliga ætlað. Tilsamans skulu tríggir avmarkingar- og metingarbrunnar borast á hesum spennandi oljufeltinum, ið liggur skamt frá føroyska markinum. Veðrið hevur verið ringt í longri tíð, og tí er bert tann eini av teimum trimum brunnunum boraður higartil. Ætlanin hevur verið, at BP skuldi fáa pallin at bora Williambrunnin í summar ella umleið 1. juli. Tríggir mánaðir eru eftir og vit loyva okkum at ivast í, um tað fer at eydnast Chevron at bora hesar báðar írestandi brunnarnar til í summar. Helst fara tað at ganga uppaftur fleiri mánaðir, soleiðis at BP kann koma at bíða eftir boripallinum. Um illa vil til kann tað gerast vetur aftur ella vit koma inn í seinasta ársfjórðing, áðrenn Transocean Rather er liðugur við sínar uppgávur fyri Chevron í bretskum øki. Í ringasta føri kunnu vit skriv 2008, áðrenn hol verður sett á William.
Bora í summar
Stjórin í BP, Hjarnar Djurhuus sigur, at tey sjálvandi alla tíðina eru greið yvir, at ein boripallur, sum verður brúktur til aðrar uppgávur, kann blíva seinkaður. Hetta er ikki óvanligt, og tá vit so vita, hvussu illa hevur viðrað so leingi, so kemur hetta ikki sum nakað yvirraskilsi. BP stjórin leggur tó dent á, at tey arbeiða sambart ætlanini, og tað er at bora í summar. Antin tað so verður fyrst í juli ella nakað seinni er so tað. –Vit eru ikki harrar yvir veðrinum, men vit arbeiða kortini miðvíst við hesum og fram ímóti at bora í summar. Spurninginum - um tað kann henda, at BP sleppur ætlanini at bora í ár og útsetir alla verkætlanina til í næsta ár – fær Hjarnar Djurhuus ikki svarað í løtuni. Hann vísir á, at hóast seinkingar kunnu gera, at ein boriætlan verður útsett nakað út á árið, so er tað í dag alt meira vanligt, at oljufeløg borað alt árið runt. Eisini í vetrarhálvuni. Tað, sum er mest umráðandi fyri slíka boring, er at fáa eina góða byrjan. Tá borurin er settur í verður ikki steðgað aftur fyrr enn boringin er liðug.
Nógv fólk til Føroya
Seinast í hesum mánaðinum koma nógv fólk frá BP og frá Transocean, sum eigur boripallin, til Føroya at hava fund við myndugleikarnar. Tá er so ætlanin at fáa fleiri viðurskifti uppá pláss. Enn eru ikki gjørdar avtalur við allar veitararnar, men tað fer so komandi tíðin at verða brúkt til. Hjarnar Djurhuus sigur, at helst verður tað sama mynsturið, sum verður brúkt nú, ið hevur verið brúkt til hinar brunnarnar. Tvs. at føroyskir veitarar verða brúktir í mest møguligan mun.
Tað eru BP, Shell og Anadarko, sum standa fyri boringini á Williamfeltinum.
Brunnarnar, sum í løtuni verða boraðir hinumegin markið á Rosebankfeltinum, standa Chevron, Statoil, Dong og OMV fyri. Fyrstu tíðindini frá boringini vilja vera við, at hóast tað hevur tikið drúgva tíð, so sær tað positivt út. Fara úrslitini av írestandi brunnunum at vera eins góð, so kann hetta fáa alstóran týdning fyri alla leiting á Atlantsmótinum. Hinvegin - verða úrslitini ikki góð, so kann hetta merkja eitt týðandi bakkast fyri alt økið.
Spennandi tíðir
Annars arbeiðir BP við at seta enn eina framleiðslu í gongd á tí risastóru Clairkelduni. Somuleiðis arbeiða bretskir oljumyndugleikar og fleiri stór altjóða oljufeløg við eini sera spennandi verkætlan, sum hevur til endamál at samskipa útbygging av undirstøðukervinum vestan fyri Hetland fyri á tann hátt at menna framleiðsluna av gassi til tann støðugt meira svanga bretska marknaðin.









