Týsdagin skulu føroyingar av húsum at greiða atkvøðu til kommunuvalið.
Men tað sær ikki út til, at vit fara at fáa serstakliga gott valveður.
Í dag er gott veður og sambært yr.no verður turt og stilli í dag.
Í morgindagurin byrjar gott við ongum regni og at kalla ongum vindi, men seinni út á dagin veksur hann vindin og tað fer at sirma.
Týsdagin verður nakað av vindi - millum 12 og 16 m/s allan dagin sambært yr.no.
Tað fer eisini at regna av grimd. Forsøgnirnar siga, at millum klokkan 06 og 12 fella upp til 6.5 mm av regni, frá klokkan 12 - 18 fella upp til 7.2 mm og frá 18 - 24 fella 4.1 mm.