Sera javnt
H71 spældi illa og við fimm málum eftir einum korteri kundu teir bara staðfesta, at StÍF uppiborið var á odda 6-5. Tað var serliga umvegis skjótálop, at StÍF tók av nógvu álopsvillunum hjá einum forkølaðum hoyvíksliði, og um strandingar høvdu verið enn betur upplagdir henda dagin, høvdu teir óivað verið á odda við fleiri. Marian Cirloganescu stóð eisini væl í StÍF-málinum.
Løtuna til hálvleiks skrúvaði H71 eitt sindur upp og serliga umvegis ein stórspælandi Dánjal Tórgarð løgdu teir seg á odda við tveimum. StÍF slapp tó ógvuliga lætt álopspartinum og við standandi skotum útifrá lótu teir ongantíð H71 sleppa avstað.
Hálvleiksstøðan var 13-12 til H71.
Avgjørdu at enda
StÍF legði hart út í seinna hálvleiki og við tveimum skjótum málum vóru teir á odda 14-13. H71 tók tó skjótt aftur við stýringina av dystinum og hildu teir seg á odda við teprari leiðslu heilt fram til StÍF aftur legði seg á odda 19-18. Jens á Skipagøtu í H71-málinum hevði betri tak á skotunum útifrá hjá StÍF, men samstundis sum Marian Cirloganescu í StÍF-málinum byrjaði at spæla seg upp, var gongdin jøvn og hvørki av liðunum sluppu at renna avstað.
Fimm minuttir fyri leiklok fekk StÍF eina útvísing, ið kundi verið sera kostnaðarmikil, men H71 ikki at økja við meiri enn einum, og so skjótt StÍF aftur var fullmannað, javnaðu teir. Ein minutt fyri leiklok legði H71 seg á odda við einum, og bara tíggju sekund áðrenn dystarlok hevði StÍF við opnum málmøguleika møguleikan at javna, men Hanus Kristiansen í H71-málinum bjargaði skotinum og dystinum. H71 setti ferð á hinvegin og í seinasta sekundinum slóu teir sigurin fastan 26-24.
Við sigrinum heldur H71 lív í vónini um at koma í FM-finaluna umvegis eitt 2. pláss. Teir eru fýra stig aftanfyri VÍF, sum tó hevur leikt tveir dystir fleiri.
albinus@sosialurin.fo