Vánaligt av løgmanni

Í Sosialinum í dag heldur javnaðartingmaðurin, Kristin Michelsen, tað vera vánaligt av Kaj Leo Johannesen, løgmanni, at venda Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi bakið, tá hesir bjargaðu honum, tá á stóð í spurninginum um fiskidagar.

Kristin Michelsen heldur tað ikki tæna løgmanni til rós, at hann nú við einum eygnabrái skúgvar Javnaðarflokkin og Tjóðveldi til viks.

- Vit bjargaðu løgmanni, tá hansara egnu floksfelagar vendu sær ímóti honum, sigur Kristin Michelsen og vísir á, at bæði Bjørn Kalsø, Alfred Olsen og Edva Jacobsen úr Sambandsflokkinum atkvøddu ímóti, tá lógin um vinnuligan fiskiskap varð samtykt.