Ein kanning innanhýsis í Ny Alliance sigur, at fjórði hvør nevndarlimur ivast í formansevnunum hjá Naser Khader Politiken skrivar á netinum í morgun, at ein blanding av vánaligum veljarakanningum og innanhýsis stríði nú hevur við sær, at formaðurin Naser Khader ikki situr eins tryggur í sessinum longur.
Berlingske Research hevur spurt formenn og nevndarlimir í lokalfeløgunum hjá Ny Alliance, og sambært kanningin, sum 66 av næstan 300 hava svarað, valdar ein keðiligir stemningur í flokkinum.
Fjórði hvør av teimum, sum svaraðu, siga seg ivast í formansevnunum hjá Naser Khader. Anders Samuelsen, sum var við at stovna Ny Alliance, staðfestir tó fyri Berlingske Tidende, at tað ikki kemur upp á tal at fáa annan formann enn Naser Khader.