- Eg vil fegin stuðla námsfrøðingunum, sum eg veit eru undir stórum arbeiðstrýsti, men eg eri bangin fyri, at tað gongur útyvir børnini hjá mær, um eg tosi alment um umstøðurnar, tey arbeiða undir, sigur Bjarta, sum eigur tvær døtur á eitt og fimm ár, ið báðar ganga á stovni í Havn.
Les eisini: Dagstovnaøkið í Tórshavn: Hvat snýr rumbulið seg um
Bjarta og maður hennara eru so ónøgd við støðuna á stovninum, har døturnar ganga, at tey nú hava tikið avgerð um, at pápi genturnar fer niður í tíð á arbeiðsplássinum, soleiðis at tey kunnu heinta genturnar tíðliga, og tær ikki undir verandi umstøðum skulu vera á stovni fullan dag.
Les eisini: Foreldur: Gevið børnunum betri umstøður
- Tey, sum hava lisið námsfrøði fáa ikki brúkt sínar førleikar, tí tey skulu ansa eftir alt ov nógvum børnum í senn, staðfestir hon.
- Vit síggja, hvussu starvsfólkið á stovninum slítur seg sundur. Um ein á stovuni fer frá at skifta eina blæu, er hin einsamøll á stovuni við nýggju børnum. Eg veit, at børnini verða ansaði, men tað tykist ikki, sum fáa tey ta nærveruna, sum teimum tørva, sigur hon ørkymlað.
Foreldrini hava ikki snakkað við stovnin um stúranina, tey ganga við, tí tey ikki vilja leggja stein omaná byrðu hjá starvsfólkunum, sum longu overva seg og eru mødd.
- Eg eri sætt at siga eisni bangin fyri, hvussu tað kann ávirka míni børn, um eg tykist ov grenjutt, sigur hon ærliga.
Les eisini: Býlingshúsið millum Gilja: Fleiri fólk sagt seg úr starvi
Øll samrøðan við Bjartu kann lesast í Vikuskiftis Sosialinum, sum er at fáa í leysasølu í sølubúðum kring landið og talgiltur her, og har hava vit eina greinarøð um rumbulið á dagstovnaøkinum í Tórshavnar kommunu. Vit fara í eina tíð at hyggja nærri at hesum við fleiri greinum um sama evni í komandi bløðum.
Bjarta er dulnevni, men vit á redaktiónini kenna veruliga samleika hennara. Hon er dulnevnd, tí hon er bangin fyri at tosa alment um støðuna á stovninum, tí hon ber ótta fyri, at útsagnirnar hjá henni møguliga ávirka døtur hennara á stovninum.