Klaksvík:
Ósáskúlin og Skúlin á Ziskatrøð í Klaksvík høvdu hóskvøldið felags foreldrafund. Hetta er fyrsta ferðin teir báðir skúlarnir hava havt felagsforeldrafundin saman, og Óluvá Klettskarð, forkvinna í skúlastýrinum fyri skúlan við Ósánna, letur væl at fundinum.
? Vit skulu hava ein felags foreldrafund um árið fyri allar flokkarnar, og í ár valdu vit so at hava hann saman við Ziskatrøð, tí tey hava ikki umstøður til hetta á teirra skúla, sigur Óluvá Klettskarð.
Vánalig uppmøting
Tað eru yvir 600 næmingar tilsamans á teimum báðum skúlunum, og til foreldrafundin vóru tað bara eitt stað millum 80 og 90 foreldur, sum møttu upp.
? At fáa foreldur at møta upp til felags foreldrafundirnar er ringt, sigur Óluvá Klettskarð.
Í fjør høvdu skúlarnir hvør í sær felags foreldrafundir, og tá var uppmøtingin eins vánalig. Umleið 40-50 foreldur til hvønn skúlan.
Óluvá Klettskarð sigur, at foreldrafundurin eydnaðist væl. Upplegg vóru, sum hóskaðu seg til báðar skúlarnar, og eisini vóru fólk, sum hava tilknýti til skúlan bjóðað á fundin at hava upplegg. Tað verið seg tannlækni og heilsusjúkrasystir. Ein lærari hevði eisini eitt upplegg um næmingatillagaða undirvísing.
? Tá fundurin varð liðugur, fingu foreldrini høvi til at fara út í kjakstovur. Vit hava fingið ógvuliga positivar viðmerkingar um fundin bæði meðan hann var, og aftaná fundin, so tað kann væl hugsast, at vit fara at gera hetta aftur, sigur forkvinnan í skúlastýrinum at enda.