Seks partrolarar, sum fiska upsa í vetrarhálvuni, fiska gullaks, nú vertíðin er byrjað. Hetta skuldi - alt annað líka - avlasta royndina eftir upsa, men líkt er ikki til, at hetta sæst aftur í veiðini.
Fýra djúpvatnstrolarar, sum eisini plaga at fiska upsa, eru og hava verið á Flemmish Kap.
Tveir djúpvatnstrolarar eru í løtuni á upsaveiði undir Føroyum og ein fiskar svartkalva.
Partrolarar og djúpvatnstrolarar, sum fiska undir Føroyum, koma flestu inn at landa í vikuni.
Tvey garnaskip koma væntandi eisini inn at landa síðst í hesi vikuni.
Myndatekstur: (skip… )
Latið verður illa at upsaveiðini undir Føroyum