Vánalig tíðindafólk til Prix Føroyar

Sosialurin skrivaði mikudagin 7. mars, at 200 hevði gjørt ein niðursetandi sang um Karstin Hansen, ið æt »Skitni Karstin«.

 

Mikael Blak


Sosialurin skrivaði mikudagin 7. mars, at 200 hevði gjørt ein niðursetandi sang um Karstin Hansen, ið æt »Skitni Karstin«. So er ikki. Um tíðindamaðurin Torkil V. Rasmussen hevði lurtað betur eftir tekstunum, ella spurt seg fyri hjá bólkinum, hevði hann vitað, at sangurin eitur »Skitni Kartni, og ikki skitni Karstin. Hann hevði eisini vitað, at teksturin als ikki snýr seg um ein fíggjarmálaráðharra, men um ein meir ella minni fiktivan persón. »Skitni Kartni« snýr seg um ein 27 ára gamlan sambandsmann, sum býr heima hjá foreldrunum og letur tey um at gjalda alt fyri hann. »Skitni Kartni« er sum áður nevnt meir ella minni fiktivur, so teksturin er ikki ætlaður nøkrum ávísum einstaklingi. Vit eru 200, vit eru tjóðveldismenn.