TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði beinleiðis á Rás2 við høvuðsvenjaran hjá Skála, Paula Poulsen aftaná 0-5 tapið hjá Skála ímóti KÍ í Klaksvík fyrr í kvøld.
Pauli Poulsen staðfestir, at KÍ samlað var tað væl betra liðið, og tað prógvar ein 5-0 sigur eisini. Pauli Poulsen ásannar eisini, at tað oyðilegði útgangsstøðið og teirra spæliætlan nógv, at KÍ kom á odda 1-0 longu í fyrsta minutti av dystinum.
Pauli Poulsen heldur, at Skála reisti seg væl leikliga í fyrra hálvleiki, og var væl við, men so rapaði alt tann seinasta partin av dystinum, og tí er heildarmyndin hjá Skála alt annað enn góð.