Vánalig ferðslumentan

Hóast tað er týðuliga merkt uttan fyri báðar munnarnar á Norðskálatunlinum, at bara lastbilar og bussar hava loyvi at koyra har, meðan arbeitt verður, koyra kortini fleiri persónbilar ígjøgnum

Ferðslumentan

Tað eru veruliga bilførarar, sum beinleiðis halda hánt um uppsettu ferðluskeltini í samband við arbeiðið í Norðskálatunlinum og koyra gjøgnum tunnilin, hóast tað ikki er loyvt.
Hetta er, umframt at vera ólógligt, bæði til ampa fyri arbeiðið inni í tunlinum, og beinleiðis vandamikið fyri bæði arbeiðsfólkið, sum har er, og bilførarar og ferðafólk í hesum bilunum, sum strúka gjøgnum eitt ótryggjað arbeiðspláss.
Heldur ikki á vegnum, har ferðslan er víst til, nú arbeitt hevur verið í Norðskálatunlinum, verður altíð koyrt eftir teimum umstøðum, sum nú einaferð eru har.
Ferðslumentanin er so sum so hjá føroyinginum, kann sannast, tá koyrt verður á vegastrekkinum av Eiði til Funnings.
Eitt er, at summi fólk duga ella tora illa at koyra á hesum smala vegnum, og á tann hátt hava tey darvað ferðsluni nakað.
Annað er, at summi halda seg duga so mikið væl at koyra, at tey eru til ampa fyri onnur, sum kenna seg mestsum trokað út av vegnum, tá hesir bilarnir koma strúkandi eftir smølu breytini uttan at taka fyrilit fyri øðrum ferðandi, verður sagt av politistøðini í Runavík. Teir siga seg hava frætt frá fólki, sum hevur kært seg um hetta.
Fólk, sum hava vent sær til Sosilain, vita at siga, at tað er so galið, at skeltini, sum sett eru upp at siga frá, at Norðskálatunnilin er stongdur orsakað av arbeiði, hava verið tikin niðuraftur, og bilar hava síðan koyrt gjøgnum tunnilin, sum einki var.
Frá Landsverkfrøðinginum verður váttað, at tað hevur verið til ávísan ampa inni í tunlinum, at persónbilar, hóast forboðið, hava koyrt har, meðan arbeitt hevur verið.
Summir persónbilar tykjast bíða, til ein lastbilur ella bussur fer ígjøgnum, og heingja seg so upp í hesar, meðan aðrir eru so frekir, at teir bara fara ígjøgnum, hóast stongsulin.