Vánalig útlit fyri heimsbúskapin eru viðvirkandi til at oljuprísurin lækkar nú, skrivar danska blaðið Børsen.
Nýggj arbeiðsmarknaðartøl frá USA vísa, at talið av nýggjum arbeiðsplássum í august ikki vaks sum roknað varð við, skrivar industry.fo.
Partabrævaprísirnir eru falnir nógv seinastu tíðina, og verður nógv gjørt burtur úr skuldarkreppuni og fallandi eftirspurningi í USA og Evropa.
- Fólk stúra generelt fyri heimsbúskapinum og tykjast útlitini ikki bjørt tey næstu árini, sigur Jonathan Barratt, forstjóri í Commodity Broking Services, við Bloomberg News.
Oljuprísurin er tískil eisini undir stórum trýsti. Ein tunna av amerikansku tilvísingaroljuni, WTI, kostaði á virðsbrævamarknaðinum í New York seinasta fríggjadag 85,67 dollarar fyri tunnuna. Prísurin er lækkaður 7 % síðani 31. januar, tá ein tunna kostaði 92,19 dollarar.
Sambært heimasíðuni hjá shell.dk, lækkar prísurin á bensini og benniolju í morgin hjá donsku brúkarunum. - bensinið við 5 oyrum.