Vána vikuskiftisveður í væntu

Eitt lágtrýst, 970 hPa, fer framvið Íslandi av suðri. Um vikuskiftið flytir eitt nýtt lágtrýst, eini 960 hPa, móti økinum í ein útsynning úr Íslandi og brúgvaløg haðani koma inn yvir Føroyar av útsynningi.

 

Veðrið í dag

Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri og landsynningi, 10 til 15 m/s, í støðum upp í skrið, 18 m/s, og harðar hvirlur. Skýggjað og yvirhøvur turt. Onkrir sólglottar verða í dag. Í kvøldið skýggjað og regn av og á. Hitin alt samdøgrið millum 5 og 9 stig.

 

Í morgin

Stívt andøvsgul upp í hvassan av suðri og landsynningi, 10 til 15 m/s, sum í annaðkvøld øtlar í strúk í vindi upp í skrið, 13 til 20 m/s, við hørðum hvirlum. Samdrigið og fyrrapartin regn í støðum, annars yvirhøvur turt. Út á náttina fer at regna. Hitin alt samdøgrið millum 3 og 7 stig.

 

Leygardagin

Strúkur í vindi upp í skrið av suðri og landsynningi, 13 til 18 m/s, við hørðum hvirlum, sum út á dagin makar í andøvsgul upp í ein strúk í vindi av suðri, 8 til 13 m/s. Um náttina fer hann í ein landsynning og øtlar aftur vindin í strúk í vindi upp í skrið, 13 til 18 m/s. Skýggjað og samregn, seinnapartin og um kvøldið eitt stutt skifti einans regn av og á. Hitin um dagin millum 5 og 8 stig, um náttina millum 1 og 4 stig.

 

Sunnudagin

Strúkur í vindi upp í skrið av landsynningi, 13 til 18 m/s, seinni makar hann í gul til stívt andøvsgul av útsynningi. Yvirhøvur skýggjað og regn ella ælaveður. Hitin alt samdøgrið millum 3 og 7 stig.

 

Mánadagin

Gul til stívt andøvsgul av vestri, 5 til 10 m/s, sum út á dagin snarar í ein sunnan og seinni øtlar í stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri og landsynningi, 10 til 15 m/s, í støðum upp í skrið, 18 m/s. Samdrigið og yvirhøvur turt, men út á dagin regn. Hitin alt samdøgrið millum 5 og 8 stig.

 

Týsdagin

Strúkur í vindi upp í skrið av landsynningi, 13 til 18 m/s, sum snarar í ein sunnan og útsynning og makar í gul til stívtn andøvsgul. Skýggjað og regn, um náttina klárar í, tó okkurt æl. Hitin alt samdøgrið millum 5 og 8 stig.