Vána útlit fyri hvítum jólum

Nógv munnu vit vera, sum droyma um eini jól við kava, men satt at siga sær tað út til, at tað í ár verður við dreymin.

 

Vit hava hugt eftir fleiri langtíðar forsøgnum, men eingin teirra lovar okkum kava á jólum.

 

Norska yr sigur frá nógv um regni tollaksmessudag og jólaaftan og upp í sjey stig longu fyrrapartin tann 24. desembur.

 

Norska Storm væntar heldur eingi hvít jól í Føroyum. Teir boða frá regni alla náttina, men hann slítur í á morgni. Síðani verður turt og onkur sólglotti, áðrenn tað aftur fer at regna út á kvøldið. Hitin verður um 6 stig allan dagin.

 

Amerikanska Accuweather gevur eina lítla vón, tá teir skriva, at jólaaftan verður møguliga kavi í luftini. Hitin verður um fimm stig, niður móti frostmarkinum um náttina.

 

So er at seta sítt álit til amerikumenn, um ein, sum Bing Crosby, droymir um eini kavajól.