Tbilisi, Georgia: – Tað var ordiliga gott at vera við aftur, tí hetta havi eg vónað í langa tíð, sigur Christian Lamhague Holst, sum var við aftur í hópinum, eftir at hava verið í kuldanum í langa tíð.
– Eg havi verið tendraður og havi veruliga havt hug til at spæla, og tí var tað deiligt at vera á vøllinum aftur, sjálvt um tann á Toftum ikki var tann besti, smílist Christian Lamhauge Holst, sum harmast um, at tað ikki eydnaðist landsliðnum at fáa stig burtur úr dystinum í gjár.
Men sjálvur hevði hann ein upplagdan møguleika at skaffa Føroyum ein javnleik – vit spurdu hann, hvat hendi.
– Jamen eg brendi, so stutt er tað. Eg brendi ein møguleika, eg vanliga plagi at skora upp á, svarar Christian Lamhauge Holst erliga.
Men tað vóru eisini aðrir, ið høvdu stórar møguleikar í dystinum. Millum annað Jákup á Borg, og vit spyrja danan, hvør kjansur var størri, hansara ella tann hjá Jákup.
– Tann hjá Jákup, svarar hann flennandi og uttan at ivast.