Vóna fløguútgávu í Danmark

Tríggir føroyskir tónleikarar í Danmark arbeiða í løtuni nýggjum tónleiki, sum teir vóna kann hava við sær fløguútgávu í Danmark

Tríggir føroyskir tónleikarar, sum eru búsitandi í danska høvuðsstaðnum ella har á leið, arbeiða í løtuni við nýggjum tónleiki í einum upptøkuhølum á Amager.

Teir tríggir - Eyðfinn Jensen, James Olsen og Leivur Thomsen - taka í løtuni upp trý løg, sum teir vóna kann hava við sær eina útgávu í Danmark.

Tónleikurin er modernaður, og blandar íblástur frá millum annað R&B og Dance tónleiki saman til eina nútímans - og ikki serliga føroyska - eind.

- Tónleikurin kemur helst út í Føroyum fyrr ella seinni, men vit stíla eftir eini útgávu í Danmark, sigur James Olsen.


Fótin inn um

James Olsen hevur á ein ellan annan hátt fingið fótin inn um í tónleikalívinum í Danmark.

Hann er trummuspælari í bólkinum hjá Erann Drori, og hann er eisini umbiðin at gera tónleik í øðrum sambandi.

Tað kann kanska hjálpa teimum trimum føroyingunum at vinna fram í Danmark, men teir eru greiðir yvir, at tað er ein stór avbjóðing at vinna sær ein fløgusáttmála í Danmark.

- Vit gera trý demoløg, sum vit tó ætla at fáa so góð, at tey kunnu gevast sum tey eru, og tey skulu so verða grundarlagi undir okkara arbeiði at vinna ein fløgusáttmála, sigur James Olsen.