Arbeiðið at endurreisa uppsjóvarvirkið, Varðan Pelagic, á Tvøroyri, gongur við rúkandi ferð, eftir at tað brendi 9. juni.
Enn verður arbeitt á pappírinum, men kortini eru grundirnar við at vera stoyptar, og skjótt verður farið undir ítøkiliga arbeiðið at endurreisa virkið.
Á kunnandi fundi í gjárkvøldið um nýggja virkið, segði Ólavur Bjarkhamar, framleiðsluleiðari á virkinum, at enn var ov tíðliga at seta dagin á fyri, nær virkið verður klárt at taka í nýtslu.
Men miðjað verður eftir at tað verður fyrst í komandi ári, og sjálvur vónaði hann, at virkið kundi latast upp aftur í januar.
Hann segði, at nógvar avtalur eru gjørdar í sambandi við byggingina, men tær byggja allar á álit, tí enn er ongin sáttmáli í sambandi við byggingina undirskrivaður.
Men álitið er til staðar ímillum partarnar, tí talan er í mesta mun um somu fyritøkur, sum vóru við til at byggja virkið upprunaliga, og tað samstarvið gekk avbera væl.
Í meðan bygt verður, verður havnarøkið avbyrgt av trygdarávum, tó verður atgongdin til teir handlar, sum eru á havnarlagnum.
Í øllum ringum, hava tey nú tann fyrimun, at nú fáa tey eitt virki, sum verður bygt til endamálið, og har nógv verður gjørt burtur úr útsjóndini og har stórur dentur eisini verður lagdur á at avmarka larmin frá virkinum so at hann ikki er til ampa fyri grannarnar.
Góvvíddin í nýggja bygninginum verður slakar 12.000 fermetrar, men nýtta virkið verður ikki hægri enn tað gamla.