Vóna at finna svar á brúnni

Kanska kunnu tólini á brúnni vísa, hví farmaskipið "Rocknes" holvdist.

Gjáramorgunin fóru fleiri sleipibátar undir at toga norska farmaskipið "Rocknes", sum holvdist í Vattlestraumen nærhendis Bergen. Ætlanin er at venda skipinum aftur á rættkjøl.

Enn veit eingin við vissu, hví skipið holvdist, men hildið verður, at tað kann hava tikið botn onkunstaðni, og at hol er komið á ein av barlasttangunum. Norska løgreglan hevur avhoyrt loðsin, sum slapp livandi frá vanlukkuni, og nú vónar løgreglan, at tólini á brúnni á skipinum kunnu loysa gátuna um vanlukkuna, sum kravdi 13 mannalív.