Vón um frið í Zimbabwe

Sambært ST eru stjórnin og andstøðan í Zimbabwe vorðin samd um at fara undir tingingar um at loysa ta politisku kreppuna í landinum Serligi ST-sendimaðurin í Zimbabwe, Haile Menkerios, sigur nú, at stjórnarflokkurin hjá Robert Mugabe, forseta og andstøðan eru samd um at loysa ta politisku kreppuna í landinum við samráðingum.

ST-sendimaðurin sigur við Reuters, at ein avtala um samráðingar verður væntandi undirskrivað í næstum.

-Robert Mugabe, forseti, og Morgan Tsvangirai, andstøðuleiðari, hava tikið undir við einum uppskoti til eina avtalu um, hvussu farast skal fram, sigur ST-sendimaðurin.

Suðurafrika hevur virkað sum semingspartur í Zimbabwe, men suðurafrikanska stjórnin vil ikki vátta tað, sum ST-sendimaðurin sigur.