Vín í baðikarið

Í farnu viku varð eitt heldur sermerkt hátíðarhald á kenda hotellinum Hakone Kowaki, har tey gera nógv burtur úr at veita gestunum góð tilboð við heitum baði og øðrum.

Hendan dagin var heita vatnið í eina baðnum litað við reyðvíni, sum vælklæddir tænarar stoyttu í baðikarið. Slagið var Beaujolais Nouveau, um onkur skuldi havt hug at roynt hetta heima. Mynd: Scanpix