Vælvitjað heimavirkisframsýning

Ymiskt heimavirkað varð sýnt fram á sølusýning í Porkeri um vikuskiftið

Ymiskir framsýnarar tóku seg saman at sýna fram, tá Vágs Matmøðrafelag tók stig til at hava søluframsýning við ymsum heimavirkaðum í skúlanum í Porkeri.
Á sýningini var ymiskt at fáa, frá heimavirkaðum klæðum og prýðislutum, til myndir og súltutoy.
Tiltakið var væl vitjað og sum skilst, so er ikki ómøguligt, at tiltakið verður endurtikið onkra aðrastaðni í næstum.