Aðalfundur
Seinasta árið hevur verið merkt av nógvum turpulleikum hjá Heilsuhjálparafelag Føroya, og tað er serliga í Havn, at trupulleikar hava verið.
Hetta ásannaði formaðurin, Ása Olsen, á aðalfundi felagsins leygardagin.
- Orsakað av ymiskum trupulleikum, hava vit tvær ferðir verið noydd at kallað saman álitisfólkini í Havn.
Í hesum sambandi nevndi hon, at felagið skipaði fyri tveimum skeiðum fyri álitisfólki seinsta heyst.
Limafundir
- Sum vanligt, hava vit eisini í farna ári verið kring landið og havt limafundir og hugnað okkum saman.
Hon helt, at hetta tykist vera eitt sera gott tiltak, ið tær flestu fegnast um.
- Á hesum fundum fáa vit sum nevnd eisini nógv betur innlit í, hvat rørist kring landið, segði Ása.
Skrivstovan
Formaðurin vísti á, at skrivstova felagsins var bert opin ein dag um vikuna, heilt fram til árið 1996. Men tá ið skipaninar á økinum vórðu lagdar saman í 1996/1997, hendu rættiliga stórar broytingar, sum eisini fevndu um arbeiðsuppgávurnar hjá felagnum.
- Í 1996, tá ið vit tóku við, var eingin skrivstova, haðani alt arbeiði hjá felagnum varð gjørt. Tá ið brøv skuldu skrivast, ella felagið skuldi møta til ymiskar fundir, var sakførari altíð við. Sakførari skrivaði øll brøvini, sum fóru út av húsinum, segði hon.
Á einum staði
Ása vísti á, at um hetta mundið var alt arbeiði hjá felagnum sera spjatt. Men nú er hetta ikki so longur.
- Hetta var tað fyrsta, vit fingu broytt, soleiðis at felagið í dag hevur eina vælvirkandi skrivstovu, har alt arbeiði verður gjørt.
Hon segði, at felagshúsið í dag líkist mest einum veruligum arbeiðsplássi.
- Her verða teir flestu fundirnir hildnir, eitt nú við leiðslu, myndugleikar og álitisfólk. Í dag eru tað eisini vit sjálvar, ið bæði orða og rokna út eitt nú krøvini til sáttmálasamráðingar.
Nýggj lóg
Formaðurin segði, at eftir áheitan frá leiðaranum á skúlanum í Suðuroy, er Heilsuhjálparafelag Føroya við í arbeiðinum at gera uppskot til eina nýggja lóg fyri almanna-og heilsuútbúgvingar, har hesar skulu tillagast donsku útbúgvingunum.
Hetta merkir, segði Ása Olsen, at útbúvingarnar verða longdar við tveimum mánaðum.










