Umframt at grundarstøðið er tikið í felags norrøna skaldskapinum, er ferðandi verkætlanin »Völuspá« gott dømi um norrønt samstarv ídag.
Danin Peter Holst, sum rekur danska barnaleikhúsið Det Lille Turnéeater, hevur skapt og sett upp ferðandi leikin »Völuspá«. Leikurin byggir á nýggjan tekst, sum íslendski rithøvundurin Thórarinn Eldjárn hevur skrivað, bæði á íslendskum og svenskum. Framførslan í Føroyum, sum varir 50 minuttir, verður á svenskum.
Leikari í »Völuspá« er Pétur Eggerz, sum er ein av stovnarunum av Möguleikhúsinum í Reykjavík. Afturat sær hevur hann ein selloleikara, Stéfan Örn Arnarson. Tónleikin hevur íslendingurin Guðni Franzson komponerað og búnarnar og pallmynd hevur norska Anette Werenskiold tilevnað.
Leikurin, sum varð frumframførdur á Listastevnuni í Reykjavík 2001, og har hevur vunnið virðislønir, er fyri børn og ung, ikki yngri enn 10 ár, men tó heilt upp til studentaskúlastøði.
Tónaskaldið Guðni Franzson var við á fyrstu føroysku Listastevnuni.
Umframt at skúlaframsýningar verða, so er høvi hjá almenninginum at sýggja »Völuspá« í Høllini í Norðurlandahúsinum leygardagin hin 25. januar klokkan 16:00.









