Vælumtókt spælipláss

Børn og starvsfólk í dr. Margrethubarnagarðinum í Klaksvík hava gjørt eina borg úr mjólkapakkum, har børnunum dámar avbera væl at spæla

Klaksvík: Inni í gongini í dr. Margrethubarnagarðinum stendur ein stór borg. Hetta er ikki nøkur púra vanlig borg. Hon er gjørd úr mjólkapakkum.
Einir 500 mjólkapakkar vórðu nýttir til endamálið og nakrar pappeskjur til hornini.
Súsanna Ziska, sum er ein av námsfrøðingunum í barnagarðinum, hevur lagt lag á, meðan tey hava bygt borgina.
Hon sigur, at hugskotið fingu tey, tí tey nýta so nógva pakkar av mjólk um dagin, at tað kundi verðið stuttligt at nýtt teir til okkurt annað heldur enn bara at tveita teir burtur.
So kom hugskotið við at gera eina borg. Og hendan bleiv so mikið stór,at børnini spæla inni í henni. Tað er nakað, sum er til miklan stuttleika fyri tey.
? Tey hava verið spent uppá hetta, so tað hevur verið sera stuttligt, sigur Súsanna.
Borgin hevur ikki verið nøkur ávís felagsverkætlan hjá børnunum. Hon hevur meira verið nakað, sum tey hava fingist við so við og við í eina tíð.
Tá Sosialurin var á gátt, runnu børnini út og inn í hana. Tey spældu, at hon var eitt fongsil, har fangar sótu fastir.
Børnini halda borgina vera sera stuttliga at spæla í, og hava tey fingið okkurt øðrvísi inn í teirra gerandisdag.

Myndatxt:
Mjólkapakkaborgin hjá børnunum í dr. Margrethubarnagarði í Klaksvík er eitt vælumtókt spælipláss

Mynd: Bárður Lydersen