Pylsuvognurin stendur uttanfyri ítróttarhøllina í Runavík. Maðurin, sum stendur innanfyri er fryntligur og fyrikomandi. Tað eru eiginleikar, sum eru góðir at hava, tá ið tú arbeiðir innan søluvinnuna. Hann hevur eisini lætt við at selja tíðindamonnunum hjá Sosialinum pylsur.
Maðurin, sum eigur og rekur pylsuvognin, eitur Zoran. Hann og hansara familja komu fyri 5 árum síðani sum flóttafólk til Føroya. Zoran og familjan hjá honum eru úr Kroatia. Tey vilja fegin verða verandi í Føroyum, tí at hann hevur júst keypt sær hús, nýggjan bil og pylsuvogn, men tað er trupult at fáa uppihaldsloyvi.
Zoran hevur arbeitt á Bakkafrost, og konan og børnini arbeiða á Lynfrost. Fyri fimm mánaðum síðani keypti hann pylsuvognin, har hann nú arbeiðir burturav. Hann hevur fingið loyvi frá Runavíkar kommunu at hava pylsuvognin standandi við ítróttarhøllina í Runavík, við rundkoyringina á Skipanesi og við ítróttarøki á Skála.
Hann hevur opið frá 8 til umleið 19 hvønn dag. Onkuntíð má hann lata aftur orsakað av vindinum. Hann selur javnt nógv. Um morgunin eru tað serliga skúlanæmingar, sum keypa, og seinnapartin eru tað ítróttarfólkini, sum keypa aftaná venjing. Pylsurnar, sum vit hava bílagt eru nú lidnar. Tað er ein sokallaður Beef-dog, og ikki kann sigast annað enn, at hann smakkaði sera væl.