Vælskapt brek handaði peningagávur

Áhugabólkurin aftanfyri Vælskapt Brek handaði týsdagin tveimum feløgum peningagávu. Meginfelag teirra brekaðu í Føroyum og Ítróttarsambandið fyri brekað fingu 20.000 krónur í part

Samanlagt hevur fløguútgávan Vælskapt Brek givið feløgunum MBF og ÍSB 105.000 krónur í part. Seinasta gávuhandanin var týsdagin í ÍSB húsunum.
Peningurin, sum MBF fekk, fara í tiltaksgrunnin hjá felagnum. Hetta gjørdi Marjun Sigurðsdóttir greitt, tá peningurin varð handaður.
? Komandi ár verður ár teirra brekaðu, og tá er hent at hava pening at taka til, segði formaðurin millum annað.
Peningurin hjá ÍSB fer til eina norðurlendska barna- og ungdómslegu fyri 12 ? 16 ára gomul, sum verðr í Føroyum komandi summar.
? Henda gávan er ein góður stuðul hjá okkum, tá tað væntandi verða eini 250 fólk við á leguni, sum er fyri menningartarnða, rørslutarnað og tarnað við ringari sjón, segði formaðurin í ÍSB Jógvan Jensen við gávuhandanina.

Onki undantak

Fløguútgávan »Vælskapt Brek« hevur fingið góða undirtøku millum fólk. So góða, at selt er fyri yvir fjórðingsmillión krónur, og tað eru stigtakararnar sera væl nøgdir við.
Tað, sum áhugabóolkurin tó harmast um er, at tey hava onga hjálp fingið frá fíggjarmyndugleikunum.
? Hóast vit hava biðið um at fáa undantak frá lógini um meirvirðisgjald, hevur hetta verið noktað okkum. Heldur ikki hevur tað hjálpt, at vit hava víst á, at hetta út í odda og egg hevur verið sjálvboðið arbeiði, ið eingin einstaklingur hevur havt peningaligan vinning av, sigur áhugabólkurin.
Um fløguútgávan hevur fingið undantak frá lógini, høvdu 55.000 krónur verið afturat at býtt út millum feløgini bæði.
Endamálið við fløguni og tiltakinum var at skapa eina betri fatan av teimum brekaðu og teirra brekum, og ikki minst trupulleikan, sum tey avvarðandi ofta hava at dragast við.
? At fólk hava tikið hetta til sín hava vit sæð av søluni, ið hevur verri størri enn vit nakrantíð høvdu torað at droyma um. Sangirnir hava eisini verið nógv at hoyrt, siga tey í áhugabólkinum.
? Nú vit meta, at okkara leiklutur í hesum er liðugur, vilja vit bara takka øllum, ið hava hjálpt og stuðlað frá byrjan til enda.
Umframt at hava givið fløgu út, var eisini ein plakat gjørd og seld. Hon gav tilsamans 15.000 krónur, sum vórðu handaðar barnadeildini á Landssjúkrahúsinum í desember 2000.