Grind
Tað er langt ímillum, at grind leggur beinini í Svínoy.
Fólk í Svínoy, sum Sosialurin hevur tosað við, siga, at tey vita bert um ein hval, sum áður hevur lagt beinini í Svínoy í "nýggjari" tíð. Tað hendi nevniliga fyri eini 30 árum síðan, at ein einstakur hvalur av sær sjálvum gjørdi landgongd.
Men leygardagin hendi tað so aftur.
Tilsamans fimm hvalir løgdu beinini í Svínoy. Hesir vóru millum 4 og 6 skinn hvør. Grindin varð býtt millum drápsfólkið og bygdarfólkið annars.
Kemur væl við
Úr Svínoy verður sagt, at grindin kemur væl við, og tá ið so lítil fólk býr í oynni, hevur hvørt húskið fingið nógva grind í part.
Tá ið Sosialurin sunnukvøldið ringdi til eitt tilvildarligt telefonnummar í Svínoy fyri at fregnast, fingu vit júst fatur á manninum, sum í sínari tíð skar hvalin á háls, sum svam upp á land.
Maðurin er Jógvan Joensen, sum í dag er 81 ára gamalur.
- Ja, tað var eg, sum á sinni skar hvalin á háls, men eg haldi, at øll húskini í bygdini mundu fáa burtur av grindini. Hvalurin var eini 4-5 skinn, so tað var ikki so lítið av grind og spiki á honum.
Aftur í gjár var Jógvan Joensen við í drápinum.
Góð grind
- Eg havi kókað av grindini í dag, og hetta er ógvuliga góð grind, sigur hann.
Jógvan vísir á, at hvalirnir, sum svumu inn á Svínoyarvík í leygardagin, vóru rættiliga spakir ja, so spakir, at tú næstan kundi hildið, at teir vóru tamir.
- Vit høvdu bert ein sóknarongul, og tað vísti seg, sum um hvalirnir bíðaðu hvør eftir øðrum at vera tiknir, sigur Jógvan Joensen.










