Grímur Hammer hevur verið formaður í Eiðis Arbeiðsmannafelag síðan 2009, og hann fegnast um tað virksemi, sum er í kommununi og sum gevur arbeiði til nógvar hendur.
- Vit eru umleið 100 limir í felagnum, kvinnur og menn, og eg haldi, at flestu – fyri ikki at siga allir – limir felagsins hava væl at gera.
Formaðurin í arbeiðsmannafelagnum vísir á, at sjálvsagt er fiskaarbeiði, sum í dag er á Eiði, tengt at fiskiskapi og soleiðis eisini í ein ávísan mun árstíðarbundið.
- Hetta er serliga galdandi fyri virksemið hjá Bátafiski, sum hevur verið her í fleiri ár. Hetta er virki, ið keypir feskan fisk, sum verður pakkaður og sendur av landinum, sigur hann.
Grímur Hammer fegnast um, at Vaðhorn, sum upprunaliga byrjaði á Eiði í fyrru helvt av sjeytiárunum, men í mong ár einki virksemi hevur havt á Eiði, nú er aftur á havnalagnum og enntá í sama bygningi, har virksemið byrjaði.
- Vaðhorn Seafood hevur stóran týdning fyri okkara limir og óiva eisini fyri Eiðis kommunu.
Hann vísir á, at tað hevur eydnast nýggju eigarunum av virkinum á Eiði at skapa rímiliga støðugt fiskaarbeiði, har tey eisini arbeiða við frystum fiski.
- At vit fingu Vaðhorn Seafood norður aftur, hevur økt munandi um tað virksemið á bryggjuni, sum vit hava saknað. Tað er vælsignað, at Norðís nú aftur er á hondum, sum eru førar fyri at skapa virksemi, sigur Grímur Hammer.
Umframt at arbeiða í fiskivinnuni á havnalagnum, hevur Eiðis Arbeiðsmannafelag eisini limir, sum eitt nú arbeiða hjá Hans Egili Joensen & Synum, ymiskum byggifyritøkum og hjá Eiðis kommunu.









