Tá ið fólk frá Polytan vóru á Toftum herfyri og løgdu vøllin har, heitti Mentanardeildin hjá Klaksvíkar kommunu á fólk hagani um at hyggja at vøllinum í Klaksvík. Hetta skuldi vera fyri at vita um røktin var sum hon skuldi og um ífyllan var, sum hon skuldi.
Í gjár vóru so tveir serkønir menn frá Polytan við serligari maskinu, sum kann reinsa, busta og leggja meir í vøllin, um tað skuldi verið neyðugt.
Teir lótu væl at, tí vøllurin var júst so sum hann skuldi hann var væl umsitin og ífyllan var, sum hon skuldi.
Teir fingu eitt gott prát við røktingarmanni hjá kommununi, Jón Harald Poulsen, ið hevur bustingina av vøllinum um hendi, og sum er sera nærlagdur við sínum arbeiði. Hann fær oftani áheitanir aðrastaðni frá í Føroyum við fyrispurningum um ymisk ivamál, eins og hann eisini hevur bøtt um smáar skaðar aðrastaðni.
Eftir prátið bustaðu teir vøllin og eftirhugdu hann allan.
- Jú, menninir frá Polytan koyrdu tummilin upp, og søgdu at vøllurin í Klaksvík var í góðum standi, og eftir øllum sólarteknum eisini í góðum hondum.
Orð/mynd: Dávur Winther