Týski landsliðssvenjarin Rudi Völler var væl nøgdur við innsatsin hjá sínum monnum í dystinum ímóti Hollandi, sum endaði við javnleiki 1-1. Týskland var á odda stóran part av dystinum, men móti endanum javnaði Holland.
? Tað var eitt sindur irriterandi, at teir javnaðu. Vit skulu havt økt til 2-0 frammanundan, men alíkavæl vil eg rósa mínum spælarum fyri dystin, segði Rudi Völler.
Týska liðið var væl skipað, vardi tætt og væl, og var ágangandi í skjótálopum fram eftir vøllinum. Holland hevði stórar trupulleikar við at finna holini í týsku verjuni, men í seinna hálvleiki gekk eitt sindur betur við tí, og endin var, at Ruud van Nistelrooy fekk sníkt ein bólt í týska málið.