Vælkomin í Miðflokkin

Tá tað varð greitt, at eg skuldi melda meg í annan flokk, var ongatíð nakar ivi. Og eg kenni meg ógvuliga vælkomnan í Miðflokkin, sigur Karsten Hansen

Flestu av teimum, ið tóku orðið á landsfundi Miðfloksins á Hotel Føroyum leygardagin, nýttu høvið at takka Karsteni Hansen og bjóða honum vælkomnum í flokkin.

Sjálvur kennir hann seg eisini serstakliga væl móttiknan í flokkinum.

- Tá eg tók avgerð um at fara úr Tjóðveldisflokkinum, hugsaði eg ikki um annað enn, at politiska lívsleiðin var komin at enda. Men eftir áheitanir og gjølliga umhugsan tók eg ta avgerð, at halda fram í politikki, sigur Karsten Hansen.

Men hann undirstrikar, at tá tann avgerðin var tikin, var tað ongatíð nakar ivi um, hvønn flokk hann skuldi melda seg inn í.

- Miðlarnir royndu til tað síðsta at halda eitt slag av spenningi um, hvønn flokk eg fór at velja, og serliga nógv var tosað um Sjálvstýrisflokkin. Men fyri mær var eingin ivi, tí Miðflokkurin er einasti flokkur, sum meldar greitt út í tí máli, sum førdi til, at eg gjørdi av at fara úr Tjóðveldisflokkinum, sigur hann.

Karsten Hansen sigur, at hann kennir seg ógvuliga væl í Miðflokkinum, sum fult og heilt virkar eftir tí leið, sum hann persónliga valdi at ganga á ungum árum.

- Og so má alt hitt koma í aðru røð, sigur fyrrverandi fíggjarmálaráðharrin og núverandi tinglimur í Miðflokkinum, Karsten Hansen.