Vælkomin inn á Nes

Undirritaði fer enn einaferð at gera vart við, at vegirnir úti á Nesi, sum eru landsvegir, eru sera vandafullir ? í ávísum førum deyðsfellur. Eingin við ábyrgd kann lata hetta sita á sær.

Sum umboð fyri Nes kommunu hava vit á óteljandi fundum og við óteljandi skrivum til Landsverkfrøðingin gjørt vart við støðuna, men tað hendir einki, tí onnur arbeiði verða raðfest hægri.

Í løtuni arbeiðir fíggarnevnd løgtingsins við løgtingsfíggjarlógini fyri 2001, og tí fer undirritaði at heita á limirnar í fíggjarnevndini um at seta pening av til nevnda endamál.

Fíggjarnevndarlimirnir eru eisini vælkomnir inn á Nes at kunna seg við umstøðurnar!


Súni í Hjøllum,

bygdaráðslimur