Áðrenn fjøllini verða gingin, er vanligt, at veðrarnir verða flettir, og longu nú hevur verið flett kring um í landinum. Hetta eru hugnaligir dagar, og spenningur er um vekt.
Í summum økjum verður nógv gjørt burtur úr, og her eru tað líka sum familjur og vinfólk, ið taka seg saman og hjálpast at við flettingini. Eftir fletting halda summi veðraball.
Hetta er ein hugnalig tíð hjá teimum, sum hava seyð.
Fólk eru vælkomin at senda In.fo myndir av fletting við lítlari frásøgn um, hvør eigur seyðin, um aldur, vekt og annað í hesum sambandi.
Myndir av fletting við lítlari lýsing kann sendast til post(at)sosialurin.fo