Hetta er kanska eitt kærkomið høvi hjá onkrum at leggja av.
House of Prince hevur boðað frá, at grøni Look-pakkin, Look Original Menthol, er ein saga blot. Fyritøkan boðar frá, at framyvir fer pakkin at vera seldur undir navninum Prince Menthol Boost.
- Sigarettin verður tó hin sama. Tubbaksblandingin er hin sama, men navnið og pakkin er nýggjur, sigur fyritøkan, sambært eb.dk.
Um onkur hugsar, at so er einki at óttast, tí eitt nýtt navn kann ein venja seg við, so eru onnur ring tíðindi at bera. Mentol-sigarettirnar eu nevniliga vorðnar ólógligar. Ein dómur frá ES-dómstólinum hevur góðkent nýggjar tubbaksreglar, sum millum annað forbjóða mentolsigarettum.