Vælgerandi stuðulstiltak í Hoyvíkshøllini

Fyri at savna pening til felagsskapin Beran, sum arbeiðir við at stuðla børnum og ungum, ið hava mist familjulim, verður skipað fyri risastórum loppumarknaði leygardagin 14. apríl.

Tiltakið er skipað á tann hátt, at øll ið hava hug at selja sínar brúktu lutir, kunnu leiga sær eitt borð. Allur peningurin, sum kemur inn fyri borðleigu, fer óskerdur til felagsskapin Beran. Endamálið hjá Beranum er at geva børnum og ungum, ið hava mist foreldur og ella systkin við deyða, eitt forum, har tey kunnu møtast og práta við javnlík. Alt kann seljast á hesum loppumarknaði sum t.d. klæði, møblar, køkur, ymiskt heimagjørt sum bomm, súltutøj o.a. Tey, sum vilja leiga borð hendan dagin, kunnu skráseta seg á tel. 272413 ella senda ein teldupost til loppir@hotmail.com. Loppumarknaðurin verður í Hoyvíkshøllini leygardagin 14. apríl frá klokkan 10 til 16.