Sunnukvøldið klokkan 20 verður ein vælgerandi country og gospel konsert við Magna Christiansen í ítróttarhøllini á Hálsi. Tað er MBD/DAMP felagið, sum skipar fyri konsertini til frama fyri børn við ósjónligum breki. Konsertin verður ókeypis, men skipað verður fyri innsavnan av pengum. Allur peningurin fer óskerdur til ein stovn til børn við ósjónligum breki.









