Tað er Egil á Bø, landsliðsleikari og liðformaður hjá EB/Streymi, sum hevur tikið stig til fótbóltskappingina, ið hevur sum endamál at savna inn pening til átakið »Í menniskjum góður tokki«.
Øll fótbóltsfeløgini hava tikið væl í móti innbjóðingini frá Egili á Bø og ætla sær at luttaka. Sum við vanligum innandurakappingum rinda liðini luttøkugjald, sum í hesum førinum fer óskert til »Í menniskjum góður tokki«. Fótbóltssambandið ynskir eisini at stuðla tiltakinum, eins væl og dómarar, vit kenna frá fótbóltsvallunum, fara at stýra gongdini á vøllinum í høllini á Eiði í dag.
Uttanfyri vøllin kemur Hilmar Jan Hansen at siga frá fleiri av dystunum, so innandura fótbóltskappingin á Eiði í dag, verður ikki ólík Vodafonedeildini. Og eins og við landskappingardystunum kostar tað at fótbólti. 50 krónur fyri vaksin og 20 krónur fyri børn, men pengarnir fara beint til átakið »Í menniskjum góður tokki«.
Umstøðurnar vera tó øðrvísi eins og allir leikararnir í dag stríðast fyri einum og sama máli, nevniliga at savna pengar inn til barnafamiljur í Føroyum, sum ikki hava tað lætt fíggjarliga.