Vælferðin ov dýr

Verður danska vælferðarsamfelagið ikki broytt, noyðast danir at gjalda munandi meiri skatt

Vælferðarnevndin, sum danska stjórnin hevur sett at endurskoða donsku vælferðarskipaninar, sigur, at danir kunnu ikki varðveita ta vælferð, teir hava nú. Jú, teir kunnu, men so mugu teir gjalda munandi meiri fyri vælferðina enn nú.
Nevndin sigur, at verða skipaninar ikki broyttar, noyðast eini hjún við arbeiðarainntøku at gjalda 35.000 krónur meiri í skatti um árið í 2011 enn nú.
Skal sleppast undan tí, skulu danir spara 54 milliardir krónur í almennu útreiðslunum um árið í komandi árum. Tað svarar til tað, sum alt tað danska heilsuverkið kostar um árið.