Vælferð ella lívsinnihald?

Vælferð:
Eitt vælferðarsamfelag er eitt samfelag, sum hevur materiella vælferð!

Materiell vælferð er sjálvt málið hjá flestu politikiskum flokkum.
Sjálvt í stríðnum um fullveldi ella samband, er materiella vælferðin tikin fram, sum nakað ómissandi.
Eingin vil offra eitt lítið sindur av materiellu vælferðini fyri at fáa fullveldi.
Materiella vælferðin verður máld og vigað á ymiskan hátt:
Hvussu nógvir bilar eru fyri hvørji hundrað fólk? Hvussu nýggir eru bilarnir?
Hvussu nógvar telefonir eru fyri hvørji hundrað fólk?
Hvussu nógvar teldur eru fyri hvørji hundrað fólk? o.s.fr..

Prísurin fyri vælferðina
Men, hvør er prísurin fyri hesa ?vælferð?? Hvussu við lívsinnihaldinum?
Hvussu nógvar tímar hevur barnið saman við foreldrum sínum?
Hvussu nógvar tímar hevur mamman saman við børnum sínum?
Hvussu nógvar tímar hevur pápin saman við børnum sínum?

Hvat fáa vit burturúr?
Hvat fáa vit burturúr at leika so í? (at skunda okkum so) Eru vit glaðari nú enn fyrr?
Vit hava køliskáp, frystiboks, kaffimaskinu, uppvaskimaskinu, vaskimaskinu, og kortini røkkur tíðin ikki til.


Nýfødda barnið ein samfelagsligur trupuleiki
Tá ein kvinna verður við barn, átti tað at verið ein gleðilig hending. Men nú er hetta vorið ein stórur samfelagsligur trupuleiki.

Vøggustovur
Sagt verður, at samfelagið hevur ábyrgdina av at fáa mammuni eitt ansingastað til barnið, tí mamman skal út aftur at arbeiða, skjótast gjørligt eftir barnsburð.
Hetta neyðars barn verður so koyrt í vøggustovu hvønn morgun, tí mamman noyðist til arbeiðis.
Tá mamman kemur frá arbeiði, er hon so móð, at hon ikki orkar at geva barni sínum tann kærleika og ta umsorgan, sum barnið hevur brúk fyri.

Barnagarðar
Tá barnið verður eitt sindur størri, verður tað koyrt í barnagarð. Foreldrini arbeiða allan dagin, og tá tey koma frá arbeiði, er skjótt tíð at koyra børnini í song.

Trivnaður barnanna
Fyri 40-50 árum síðani var tað vanliga, at mamman var heima. Børnini spældu heima ella nærhendis heiminum. So hendi tað, at eitt barn datt og fikk ilt. Barnið fór at gráta, og rópti: ?Mamma, mamma?, og fór til mammuna.
Var mamman ikki heima, so búðu omman og abbin somikið nær, at tey kundu ansa eftir børnunum onkra løtu. Børnini høvdu tað gott og trygt. Og tey trivust væl.

Børnini skulu mennast
Nú verður sagt, at børnini skulu í vøggustovu og í barnagarð, tí tey skulu ?mennast?. Hvat so við okkum og foreldrum okkara? Hvat varð av menningini hjá okkum? Hava vit havt ein vánaligan uppvøkstur? Mennast vøggustovu- og barnagarðsbørnini betri enn vit gjørdu? Verða tey betri samfelagsborgarar?

Omma og abbi skulu ikki passa børn
Eisini siga tey klóku, at ommur og abbar ikki skulu passa børn. Tey duga ikki! Slíkt tvass! Nógv børn eru uppvaksin hjá ommu og abba, og eingin hevur fingið skaða av tí, - tvørturímóti.

Skúli
Tá barnið fer í skúla, endurtekur sama søgan seg. Men nú kemur barnið heim áðrenn foreldrini eru liðug at arbeiða. Omman og abbin eru farin á røktarheim, tí eingin var at taka sær av teimum. Barnið má so royna at klára seg sum frægast, til foreldrini koma frá arbeiði.

Foreldrini strongd
Flestu foreldur vildu gjarna verið nógv meira saman við børnunum, men tey hava ikki ráð. Tey hava hús at gjalda, og tað ber ikki til uttan tvær inntøkur.
Foreldrini verða strongd. Tey eru sum maskinur, sum arbeiða og arbeiða fyri at varðveita ?vælferðina?. ? Men, hvar er lívsinnihaldið?
Nær hava tey tíð at njóta ?vælferðin??

Tey gomlu
Tá hesi foreldur hava strítt seg ígjøgnum, og fylla 67 ár, so skulu tey liva av eini fólkapensión, sum helst ikki røkkur til at liva fyri.
Nú verða tey ein trupulleiki fyri samfelagið. Sagt verður, at skjótt vera so nógvir pensiónistar, at tað almenna ikki orkar at gjalda.
Og eru tey ikki nóg røsk til at klára seg sjálv, so fáa tey neyvan hjálp frá børnunum, tí nú mugu tey, sum einaferð vóru børn, út at arbeiða allan dagin, fyri at klára seg.
So mugu tey gomul á røktarheim. Men har er einki pláss!

Eitt sjúkt samfelag
Myndin omanfyri er veruleiki hjá mongum, og hetta vísir, at samfelagið er sjúkt! Tí verður neyðugt at kanna, hvat kann gerast! Helst er eingin einføld loysn.

Framtíðin
Men vit kunnu byrja við at staðfesta, hvussu støðan er.
Síðani mugu vit finna út av, hvat slag av samfelag vit vilja hava í framtíðini.
Spurningurin er m.a., um vit skulu raðfesta ?vælferðina? fram um lívsinnihaldið.
Skulu vit offra børnini og tey gomlu fyri okkara materiellu vælferð, sum ikki gevur okkum eitt betri lív?
Skulu vit offra børnini og tey gomlu fyri okkara materiellu vælferð, sum vit kortini ikki hava tíð at njóta?
Miðflokkurin fer at gera sítt til, at vit fáa eitt betri og menniskjaligari samfelag, har lívsinnihaldið verður raðfest minst líka frammarlaga, sum materiella vælferðin.