Vælferðarblokkurin

Nú oyðileggjandi kykt í vælferðarblokkinum, ætlaður gomlum og avlamnum og sjúkum og ávísum skúlum, so ræðandi er komið til sjóndar, er alneyðugt, at sannleikin verður hjálptur úr tí hættisliga kvørkratakinum, sum við støði í ósannindum og indoktrinerandi øsing í skjótt 4 ár hevur órógvað lívsmegi og -gleði teirra gomlu, avlamnu og sjúku.

 

Heri Mohr

??????????



Nú oyðileggjandi kykt í vælferðarblokkinum, ætlaður gomlum og avlamnum og sjúkum og ávísum skúlum, so ræðandi er komið til sjóndar, er alneyðugt, at sannleikin verður hjálptur úr tí hættisliga kvørkratakinum, sum við støði í ósannindum og indoktrinerandi øsing í skjótt 4 ár hevur órógvað lívsmegi og -gleði teirra gomlu, avlamnu og sjúku. Sum ein uppøstur segði nú ein dagin: hetta er terror við lít.

Í hesum tíðarskeiði eru so áhaldandi hóttanir komnar um her-og-nú-broytingar av okkara samfelag, at fólk ? vælvitandi at hastverk er lastverk ? spyrja, hví tað er so umráðandi at broyta okkara annars vælvirkandi samfelag so destruktivt og irrationelt. Fer tað at verða betri og lættari at búgva í Føroyum, tá ið vælferðarblokkurin er burturbeindur og støðið undir honum yvirtikið, eins og dómsvaldið, løgreglan, fólkakirkjan, skipasýnið o.a.m. verður yvirtikið? Og hvussu við tí europeiska kulturinum, er hann ikki í øldir komin til okkara í og úr Danmark?

Nei, góðu tit, steðgið karrusellini, áðrenn vit øll gerast trillandi í ørviti, og avrikið og tilveran verður hareftir.

Um tað gongur sum landsstýrið vil, fer landskassin í 2002 at fáa 356 milliónir minni í inntøkum til almannamál og skúlamál, tí ætlanin er at skerja blokkin við nevndu upphædd, og tá fer, sum vituligt er, okkara sosiali tryggleiki at fáa ein dyggan undir vangan.

Sum flest øllum kunnugt, so sá blokkurin dagsins ljós 1. januar 1988 (hann avloysti ein part av tá galdandi refusiónsskipan). Hendan avtalan um blokk í staðin fyri refusión varð samtykt av løgtinginum í apríl 1987, og vert er at leggja merki til, at ein minniluti (Anfinn Kallsberg) í fíggjarnevndini atkvøddi fyri uppskotinum við teirri viðmerking, at »Ein føst upphædd í staðin fyri lutfalsliga refusión økir um ábyrgdina hjá løgtinginum og føroysku myndugleikunum kann tí bert vera eitt stig fram móti størri sjálvbjargni«.

Í notati til avtaluni um blokkskipan frá 9. mars 1987 er tilskilað, at »Indenfor en ramme på 6 mill. i årlige statslige merudgifter í 1987-prisniveau justeres satserne på pensionsområdet, således at der med hensyn til forskelle i beskatning m.v. sikres samme disponible indkomst til pensionsmodtagere på Færøerne og i Danmark. Det forudsætter, at der gennemføres kompenserende besparelser på 5.5 mill. kr.« Tað kundi verið áhugavert at vita, nær hesar nevndu justeringar hildu uppat, og hvussu tann disponibla inntøkan (indkomst) er í Føroyum og í Danmark.

Við fyrivarni kann sigast, at av blokkinum upp á 969 milliónir eru uml. 210 mil. til skúlar og lesandi og uml. 500 mió. til fólkapensión, avlamispensión, einkjupensión og aðrar almennar veitingar, og restin er til heilsuverkið. So er at spyrja: Hvussu er býtið av teimum umleið 356 mió., sum landsstýrið av sínum eintingum fer at kuta av blokkinum? Hvat verður yvirtikið av almannamálum, og hvat verður yvirtikið av skúlamálum?

Tað hevði ikki verið meira enn rímiligt og sjálvsagt, at vit, sum í hesum landi búgva, fingu at vita, hvørji av niðanfyri nevndu málsøkjum, sum p.t. eru í blokkijnum, verða yvirtikin 1. januar 2002:



Almannamál

Pensiónir Løgtingsjáttanin er 50% í blokkinum

Dagstovnar ? ? 25% ? ?

Onnur almenn forsorg ? ? 25% ? ?

Ellis- og røktarheim ? ? 40% ? ?

Heimahjálp ? ? 50% ? ?

Dagpeningur ? ? 40% ? ?

Vistarheim ? ? alt ? ?

Andveikraverndin, serforsorg ? ? alt ? ?

Dagstovnar ? ? alt ? ?


Skúlamál

Fólkaskúlalæraralønir ? ? 55% ? ?

Maskinskúlin ? ? alt ? ?

Handilsskúlin ? ? alt ? ?

Tekniskir skúlar ? ? alt ? ?

Skúlaheim ? ? alt ? ?

Læraraskúlin ? ? alt ? ?

Serstøk frítíðarundirvísing ? ? alt ? ?

Útbúgvingarstuðul ? ? ? ? ?

Skúlin á Trøðni ? ? 75% ? ?



Um feilir ella villur eru í hesari sundurliðing, verður tað vónandi rættað frá kompetentari síðu.

Nú 3 mánaðar áðrenn blokkurin verður skerdur við 356 milliónum, er tað okkara demokratiska krav, at avvarðandi landsstýrismenn fráboða Føroya fólki, hvørji av omanfyri nevndu málsøkjum verða yvirtikin tann 1. januar 2002.

At spyrja og at svara opið og ærliga er sjálvsagdur rættur og skylda ? ein av súlunum undir demokratinum ?, og vit eiga ikki at gloyma, at onki svar at geva, er versta svarið, ið verður givið, og tá rillar tað viðkvæma demokratiska frælsið, sum, hóast mangan skilaleyst pleyrað og hógvað, áhaldandi vísir sína blómu, vøkur og følin.