Væleydnað vitjan í Álandi liðug

Almenna vitjanin hjá Jóannesi Eidesgaard, løgmanni og konuni Anitu í Álandi endaði í dag Undir vitjanini varð løgmaður kunnaður um álendsku ferðavinnuna og álendska ES-limaskapin. Áland er limur í ES sum partur av finska ríkinum, eins og Føroyar høvdu verið tað sum partur av danska ríkinum, um føroyingar høvdu valt ES-limaskap.

Á almennu vitjanini heilsaðu løgmaður og frú Anita Eidesgaard uppá løgtingsformannin, Barbro Sundback. Eftir tað var fundur við landsstýrið, har serliga varð greitt frá teirra limaskapi í ES og teirra tollfrítøku, sum byggir á serligu støðu Álands sum sjóvinnutjóð. Undantøkini eru grundarlagið undir núverandi sjóvinnuni. Serliga er tað skipaferðslan millum Svøríki og Finnland, sum fær gagn av hesum.

Ferðavinnan hevur stóran týdning fyri Áland, og løgmaður fekk eina greiða kunning um støðuna. Ferðandi hava serliga áhuga í at leiga summarhús, at fara á flot og spæla golf. Her eru fleiri gistimøguleikar enn oyggjar og sker, sum eru eini 6.400 í tali.

Eftir fundin var tíðindafundur, og fjølmiðlarnir høvdu serligan áhuga í føroysku ES-støðuni. Tað er ein ávís ónøgd í Álandi um ES-limaskapin, tí landið verður onga ávirkan á gongdina í ES fyrisitingini. Eisini hava álendingar áhuga í altjóða samstarvinum hjá føroyingum, serstakliga tá ið Føroyar hava søkt EFTA limaskap. Í Álandi verður eisini fylgt við sjálvstýrisgongdini í Føroyum, sigur løgmansskrivstovan í tíðindaskrivi.

Løgmanshjúnini koma aftur til Føroya mánadagin.