Leygardagin skipaði samtakið Synergi fyri fjølmiðlaskeiði á Sjómansskúlanum í Havn, og høvdu øll føroysk tíðindafólk høvi at hoyra bæði føroyskar og danskar fyrilestrahaldarar.
Størstu nøvnini vóru óivað Hans Engell, stjóri á Ekstrablaðnum, og Kurt Strand, sum í Danmark er vorðin kendur í sjónvarpssendingini Profilen á Danmark Radio. Hans Engell hugleiddi um støðuna hjá fjølmiðlum í Danmark og Føroyum í 2004, og serliga varð dentur lagdur á eitt rák, sum m.a. rakar bløðini sera meint við lækkandi fíggjarligum karmum at virka undir.
Við fleiri dømum úr sendingini Profilen hevði Kurt Strand fyrilestur um spyrjiteknikk og journalistiska metodu, og var hann sera bergtakandi við beinraknum dømum um trupulleikar og vansar, ein tíðindamaður í sínum yrki stendur í.
Fleiri føroyingar
Umframt donsku kanónirnar vóru fleiri føroyingar, sum hildu fyrilestrar um ymisk viðurskifti, og at enda var orðið frítt. Millum annað hugleiddi Tróndur Djurhuus um tøknifrøðiligu menningina og framtíðarútlit. Menningarleiðarin hjá Føroya Tele sá fyri sær eina fiktiónskenda og samstundis eisini ræðandi samfelagsmynd, har øll og eingin vóru fjølmiðlar. Øsssur Wintereig hevði ein provokerandi fyrilestur um ógegni, og Kári Durhuus lýsti føroysku fjølmiðlarnar í 2004 og eftirlýsti politiskan vilja til framburð og menning á fjølmiðlaøkinum. Umframt hesar var eisini høvi at hoyra formannin í Blaðmannfelagnum, Edvard í Skorini Joensen, Ellindur Egilsstrøð úr Gallup Føroyar og løgfrøðingin Jonhard Klettheyggj.
Landsstýrið var væl umboða, har bæði mentamálaráðharrin og løgmaður móti endanum tóku orðið, meðan fleiri aðrir journalistar eisini løgdu fram síni hugskot um, hvussu føroyski fjølmiðlaheimurin kann mennast.
At enda avdúkaði orðstýrarin Bjørt Samuelsen, hvør skuldi gerast ársins tíðindamaður, og fall heiðurin til Dánjal Højgaard úr Útvarpi Føroya. Lesið aðrastaðni á síðuni viðtal við hann.