Væleydnaður bátafestivalur á Toftum

Hóast veðurvánirnar ikki vóru av teimum allarbestu til bátafestivalin á Toftum leygardagin, vóru nógvir bátar við, tá samanum kom – og veðrið royndist rímiliga væl

Toftir

 

Um 15-tíðina leygardagin stevndu út við áttati bátar inn í deksbátahavnina í Oyrunum á Toftum. Góður og undirhaldandi harmonikutónleikur ljómaði hesa løtu, og tá bátarnir vóru bundnir við bryggjuna, vórðu allar bátsmanningarnar bjóðaðar út í matarhøllina hjá Faroe Seafood (Nyki) til feska suppu og okkurt leskandi.

Seinnapartin leygardagin og leygarkvøldið undirhildu teir tríggir, Sámal Ravnsfjall, Hallur Joensen og Martin Joensen, á palli.

Væl av fólki var til ymisku tiltøkini, sum vóru á skránni, bæði seinnapartin leygardagin, leygarkvøldið – og ikki minst eydnaðist dansurin í tjaldinum, har Hallur Joensen og hansara tónleikabólkur spædi, væl.

Nógv fólk var í dansi í stóra tjaldinum leygarkvøldið og sunnunáttina.

Festivalbúffarnir, sum eru fastur táttur á bátastevnuni, vóru nógv eftirspurdir og teir, sum stóðu fyri tilreiðingini av hesum, stoktu heilar 400 búffar til stevnugestirnar.

Tá Sosialurin var fram við á festivaløkinum leygarkvøldið, vóru nógv um boði at keypa tekningina, sum hesaferð avmyndaði kendar kvinnur í kommununi í einum báti.

Bill Justinussen, løgtingsmaður, stóð fyri meksikansku uppboðssøluni av tekningini, ið Eyðun Dahl-Christiansen hevði teknað.

Ársins fyrsti bátafestivalur eydnaðist væl, tó at veðurgudarnir ikki lovaðu besta summarveður.

Næsta leygardag verður aftur bátafestivalur í Vestmanna.

Sosialurin fer at venda aftur til bátafestivalin á Toftum – við kunning og myndum.