Seinasta vikuskiftið varð skipað fyri føroyskum kvøldi á stóra dansistaðnum í Reykjavík »Broadway«.
Borðreitt var við øllum góðum úr havinum og sum ikki einaferð var tað matarsnillingurin Birgir Enni, sum stóð fyri tí partinum av tiltakinum.
Aftaná borðhaldi, sum eini 115 fólk vóru til, varð skipað fyri dansi - bæði føroyskum og enskum, og tiltakið eydnaðist sera væl.
Tað vóru teir tríggir Gunnar Christiansen, Gissur Patursson og Birgir Enni, sum høvdu fingið hugskotið til tiltakið, ogtað hevur eftir øllum at døma vakt ans í Reykjavík.
Vertirnir vóru so væl nøgdir við tiltakið, at teir vilja hava føroyingar yvir aftur seinni í ár, og í løtuni verður arbeitt við tí.
Vit fara í blaðnum í morgin at gera meira við føroyska tiltaki í Reykjavík